Enn er ikki greitt um semingsuppskotið, sum semingsmenninir báðir, Petur Zachariasen og Petur Joensen, hava lagt semingsuppskot fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Trætan er ímillum fýra fakfeløg, sum eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Semingsmenninir løgdu eitt uppskot fyri partarnar stutt fyri klokkan 21 og gav teimum tveir tímar at svara.
Men enn er onki svar komið og beint nú er ein lítil steðgur.
Ìmeðan eru landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og sakførarin hjá onkrum av fakfeløgunum komin á staðið, so ein ávísur røringur er í.
Men framvegis verður bíðað eftir svari










