– Vit hava nóg mikið av mjøli og ger til at baka breyð í nakrar vikur, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eisini eigur bakaríið Mylnuna.
Hann sigur, at tað er ikki neyðugt hjá fólki at leggja breyð inn undir seg næstu vikurnar, tí tað verður ikki størsta avbjóðingin at baka breyð.
– Men tá tað kemur til frukt og grønt, so fáa vit skjótt ein trupulleikar, tí tær vørurnar halda sær ikki so leingi. Vit hava fingið vørur nú um vikuskiftið og fáa vørur í dag. Men næsta vikuskiftið verða tær vørurnar helst raktar av verkfallinum, sigur hann.
Niels Mortensen sigur, at SMS hevur eini 800 fólk á lønarlista, men tað eru bara nøkur heilt fá, sum beinleiðis eru rakt av verkfallinum. Men tá tey ikki fáa vørur, so kann tað í longdini fáa avleiðingar fyri virksemið SMS samtakinum.
Verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag byrjar á midnátt.