Tað verður ikki við hjálp úr andstøðuni, at samgongan í kvøld sleppur at leggja eitt uppskot fyri ting, ið skal avmarka verkfalsrættin hjá Føroya Pedagogfelag.
Sum Miðlahúsið skilur, so hevur samgongan í dag arbeitt við at fáa undirtøka fyri eina uppskoti, ið skal avmarka verkfalsrættin hjá Føroya Pedagogfelag, so at felagið ikki kann nokta limunum í Almannaverkinum til arbeiðis. Tað hendir í kjalarvørrinum av, at fakfelagið og Almannaverkið eru ósamd um hvussu nógv starvsfólk eru neyðug fyri at tryggja lív og heilsu hjá búfólkunum. Meðan Almannaverkið metir, at 135 pedagogar muga vera til arbeiðis, metir Føroya Pedagogfelag, at veruliga talið er 89 pedagogar, og hevur felagið givið undantaksloyvi til tað.
Les eisini: Vilja hava løgtingið at trekkja tenninar úr Pedagogfelagnum
Fyri at sleppa úr hesari støðuni hevur samgongan í dag arbeitt við at leggja eitt uppskot fyri ting, ið skal tryggja, at Almannaverkið fær tað talið av pedagogum, ið tey meta er neyðugt.
Trupulleikin hjá samgonguni er tó, at tað eru fleiri persónar í samgonguni, ið kunnu væntast ikki taka undir við einum uppskoti, ið avmarkar verkfalsrættin hjá fakfeløgum, harímillum Djóni Nolsøe Joensen, ið sjálvur er námsfrøðingur.
Álítandi keldur, ið Miðlahúsið hevur tosað við, upplýsa, at fundur hevur verið millum landsstýrið og andstøðuna í dag, har landsstýrið hevur roynt at fingið undirtøku fyri at leggja uppskotið fram og atkvøða fyri tí.
Sum Miðlahúsið skilur, so er andstøðan hvørki sinnað at hjálpa samgonguni at leggja uppskotið fyri ting ella atkvøða fyri tí, um tað kortini verður lagt fram. Andstøðan ynskir í løtuni nevniliga ikki at leggja uppí ósemjuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.