Nú er hetta vorðin ein komedia. Tað er niðurstøðan hjá Pedagogfelagnum eftir tað, sum er farið fram í sáttmálatrætuni seinastu dagarnar. Eingin sáttmáli er, so pedagogarnir hava verið í trimum samdøgursverkfallum. Men tá ið pedagogarnir í skúlaverkinum fóru í 24 tíma verkfall í gjár, smekkaðu Fíggjarmálaráðið til og lýsti verkbann. Sostatt sleppa teir ikki aftur til arbeiðis í skúlaverkinum fyrr enn nýggjur sáttmáli er.
Í gjárkvøldið harmaðist Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum um støðuna í KvF, tí hann helt at tað var óvirðiligt at taka stuðulin frá teimum veiku næmingunum. Men samstundis hevur umsitingin í mentamálaráðnum sent skúlunum brøv at minna á, at teir stuðlarnir, sum hava verið í verkfalli, skulu ikki aftur til arbeiðis fyrr enn nýggjur sáttmáli er.
Men í dag fekk Pedagogfelagið so eina áheitan frá Mentamálaráðnum um at geva undantøk í verkfallinum soleiðis, at mismunur ikki verður gjørdur á næmingum í fólkaskúlanum.
– Áheitanin kemur tó á skeivt stað, tí tað er Mentamálaráðið sjálvt, sum hevur givið skúlunum boð um at nokta okkara limum at koma til arbeiðis, sigur Pedagogfelagið.
Men tey siga, at hesir pedagogarnir, ið nú ikki sleppa til arbeiðis í skúlunum, ganga ikki fyri einki, tí nógvir av teimum eru longu bidnir um at koma til arbeiðis á bústovnum og dagstovnum, har starvsfólkatrotið er átroðkandi.
– Hetta er besta dømi um, hvussu galið stendur til á økinum, og um, hvussu lítið skil er á okkara mótparti í samráðingunum, sigur Pedagogfelagið.
– Føroya Pedagogfelag hevur staðiliga heitt á arbeiðsgevararnar um at koma til samráðingar, ið kunnu framtíðartryggja námsfrøðiliga økið, soleiðis, at starvsfólkatrotið ikki bert stendur við og versnar. Men einasta svarið er hendan komedian, ið vit uppliva nú, siga tey.
– Vit umhugsa í løtuni støðuna, hvørji stig vit skulu taka næst. Men okkara áheitan skal enn einaferð vera, at Fíggjarmálaráðið og Kommununala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingarborðið og loysa hesa stóru avbjóðing, ið vit eru felags um, sigur Pedagogfelagið.











