Verkfall í British Airways

Tænastufólkið umborð á flogførunum hjá British Airways eru í dag farin í verkfall, eftir at samráðingarnar við flogfelagið um ymisk arbeiðs- og lønarviðurskifti endaðu úrslitaleysar leygardagin.

BA fekk í gjárkvøldið eitt tilboð frá tí næststørsta fakfelagnum í Bretlandi um at avlýsa verkfallið, um felagið kundi eftirlíka einum av høvuðskrøvunum hjá starvsfólkinum, men tað vildi felagið ikki.

Einki beinleiðis samband hevur verið millum tænastufólkið og flogfelagið síðani leygardagin.

Verkfallið í British Airways er lýst at vara fimm samdøgur.