VERKFALL

Skipini hjá Strandferðsluni verða løgd leygardagin

Nú verða skipini hjá Strandferðsluni løg, tí yvirmenninir fara í verkfall.

 

Semingsmenninir hava nú boðað frá, at teir gevast við royndunum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin um yvirmenninar hjá Strandferðsluni.

 

Samráðingarnar eru sostatt slitnaðar og feløgini hava boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at farið verður í verkfall. 

 

Verkfallið byrjar um 48 tímar frá klokkan 17 í dag at rokna og tað merkir, at skipini hjá Strandferðsluni, og Magnus heinason, verða løgd leygardagin klokkan 17.

 

Høvuðstrupulleikin er at nýggjar reglar føra við sær, at manningin skal hava longri hvílitíð, ella styttri arbeiðstíð.

 

Sum tað hevur verið, hava manningarnar skula havt 70 tíma hvíld um vikuna, men nú skulu teir hava hvíld í 78 tímar.

 

Hetta eru altjóða reglar og tí hava manningarfeløgini kravt, at tað verður sett í verk, uttan at yvirmenninir missa løn.

 

 

Partarnir hava ikki sagt so nógv ímeðan samráðst verður, men Snorri Fjallsbak, leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, hevur áður sagt við okkum, at skal manningin arbeiða minni, má hon eisini fáa minni í løn, tí tað svitast ikki, at arbeiðstíð og løn fylgjast at.