Danska Fólkatingið hevur nú samtykt lógaruppskotið frá stjórnini, sum skal steðga verkbanninum hjá kommunufelagnum ímóti lærarunum.
Tað merkir, at meiri enn 800.000 børn og vaksin skulu aftur í skúla mánadagin.
Tá uppskotið kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddu 96 tinglimir fyri og 13 ímóti. Tað vóru tingfólk hjá Eindarlistanum og Liberal Alliance, sum atkvøddu ímóti. Ikki færri enn 41 broytingaruppskot vóru frá Eindarlistanum og Danska Fólkaflokkinum, men tey fullu øll.








