Fyri løtu síðan boðaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá, at avgerð er tikin um, at steingja allar barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar aftur hósdagin vegna fráboðaða verkfallið hjá pedagogunum í morgin.
Annika Olsen, nevndarforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at talan er um eitt verkbann. Tað merkir, at pedagogarnir, ið verða send heim hósdagin, onga løn fáa frá kommununum so leingi sum verkbannið varar.
- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur viðgjørt støðuna klokkan tólv í dag, og nevndin var fund at taka stigið. Síðan høvdu vit fund við umboð fyri kommunurnar klokkan eitt, og har var breið semja um, at hetta var tað rætta stigið at taka, so at vit fáa stytt um verkfallið, ið Pedagogfelagið hevur fráboðað, sigur Annika Olsen.
Annika Olsen vísir á, at tað er sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið órógva samráðingarnar við Pedagogfelagið.
- Hetta er eitt øgiliga óvanligt stig at taka, og tað er ein keðilig avgerð at taka. Men støðan er íkomin tí tann sáttmálin, ið varð gjørdur við sjúkrarøktarfrøðingarnar spøkir aftur í samráðingunum, og tað tykist, at tað fer at seta fyridømi fyri restirnar av samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. So tað er týdningarmikið, at vit fáa partarnar aftur til samráðingarborðið og finna eina loysn, sigur Annika Olsen, og leggur afturat.
- Kommunurnar hava gjørt sína fíggjarætlan áðrenn 1. desember, og ásett skattaprosent, ið ikki kunna vikast restina av árinum. Um sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar skal seta fyridømi fyri hini 26 sáttmálarnar, ið eru eftir at gera, so kemur hetta at hava ótrúligar stórar avleiðingar fyri kommunala búskapin. Tað er heldur ikki fíggjarliga forsvarligt at hava so høgan lønarkarm fyri øll hesi fakfeløgini.
Nevndarforkvinnan í KAF upplýsir, at verkbannið fyrst kemur í verk hósdagin, tí felagið má virða fráboðanarfreistina og tí tey ynskja at geva foreldrunum tíð at fyrireika seg til støðuna.