Verkbann Reiðarans

?Manningarumboð??Alt tað ørvitistos um, at manningin á føroyska fiskiflotanum nú skal gjalda fyri oljuna, er burtur við, hvørt mannsbarn sum er at sær komið veit, hvar trupulleikin er.

Reiðarar, sum hava arbeitt skilagott og ikki brúkt meiri pening enn ráðiligt er og brúkt teir á røttum stað, klára sínar skyldur, sjálvt um oljan er vorðin dýrari, tað eru skip í dag sum hava størri skuld enn tá tey vóru keyp sjálvt um tey hava fiska væl meiri enn ræksturin krevur, at oljan er vorðin kostnaðarmikil vita vit øll, vit sum hava eitt vanligt húsarhald eru eisini varug við at oljan er vorðin sera dýr, bert diseloljan til bilin dýrkaði 50 oyru á nýggjárinum SEV.
Kringvarp, brenniolja til sethús og ikki minst matvørðurnar, ja alt sum har til hoyrir er dýrkað allmykið, vænti at útreiðslurnar hjá sjómonnum er vaksin nógv meiri enn tær reiðarnir leggja allan fiskiflotan fyri, tá vit ikki fáa endarnar at røkka saman meiri verða vit noydd at tosa við peningastovnin um eina møguliga umfígging av okkara lánum, um so er at vit hava so nøkunlunda skil á peningaviðurskiftinum hjá okkum sjálvum eru peningastovnanir fúsir at hjálpa okkum, vit kundu eisini gjørt sum reiðarafelagið fara inn til grannan og kravt at hann skal gjalda tí vit ikki megna at gjalda sjálvi.
Um so er at reiðarar hava tosað við peningastovnin um viðurskiftini hjá teimum og ikki fáa hjálp hagani, so vita tit nokk best sjálvir, hví so er, tað vita nokk flest onnur eisini.
Tí skal mín áheitan verða til Reiðarafelagið, leingið verandi sáttmála, sum hann er. Og til einstøku reiðararnar, farið til arbeiðis og fáið skil á tykkara viðurskiftið við peningastovnar fyri síðan at reka tykkara reiðavirksemi á skilagóðan hátt fiskivinnuni at frama, tað eru nakrir sum gerða tað og hava teir eisini rós uppiborið fyri síni avrik.?Til manningafeløgini: Standi fast við verðandi sáttmála.?Ps. Tað næsta verður nokk at manningarnar hjá Strandfersluni, Vaktar- og Bjargingartænastuni, Ransóknarskipinum gjalda part at oljuni, og lærarir gjalda bøkur og wc pappír sum verður nýtt í skúlunum.