Verkagarðurin Spírin – er eitt paradís fyri børnini!

Herfyri vóru vit býráðslimir og vitjaðu ”Verkgarðarin Spírin” sum liggur í Havnardali. Vit vóru sera væl móttikin av blíðum starvsfólkum og einum sera visionærum leiðara. Hesu røsku starvsfólk kunnaðu og vísti okkum rundt á stovinum.
Eisini fingu vit sæð tað flottu náttúru sum er á staðnum. Hettar er eitt megnar tilboð til býarbarnið, har býarbarnið fær møguleika, at uppliva bóndalív í nattúruni í Tórshavn.

Verkætlanin byrjaði fyri tveimum árum síðan. Endamálið er, at skapa eitt umhvørvi, har tey hava ymisk sløg av djórum, nevnast kann: Hønir, dunnur, kaninir seyð, ross og geitir. Djórini eru deild í tveir bólkar: brúksdjór og kelidjór. Brúksdjórini verden slagta uml. Einaferð um árið. Børnini taka sær av sølu av eggum og ansa djórunum.
Um summarið verður hoyggja, so slepts undan at keypa hoygg.
Børnini og tey dugnaligu starvsfólkini byggja tað mesta sjálvið og fyri at verna um umhvørvið hava tey sum eitt námsfrøðisligt mál, at endurnýtslu verður framd áðrenn nýtt verður keypt.

Høvðusendamálið hjá Verkagarðinum Spíranum er m.a at raðfesta børnini í samspæli við náttúru og djór.
Vandin við hesum framúr góða nattúru/djóra verkætlan i í Havnardali er, at hølisumstøðirnar ikki eru av teimun bestu.
Her mugu vit sum politiskur mynduleiki arbeiða fram ímóti, at bøta um umstøðurnar hjá Verkagarðinum Spíranum. Besta loysnin er at finna fígging til ein nýggjan stovn á sama økið, tí annars er stovnurin ikki lív lagaður í framtíðini.
Hettar var eisini tað sum vit býráðslimir fingið innlit um á okkara vitjan. Um verkætlanin og stovnurin skal halda áfram, so skal og má kommunan taka eina avgerð um karmar og fígging.
Somuleiðis kann henda verkætlan, jú eisini samstarva við ætlaða djóradepilinum og djóragarðinum sum verður á Velbastað.
Her eru nógvir møguleikar um politiskur vilji er tilstaðar. Hetta barna paradís má halda fram og tað við betri karmun og fígging.
Er tú samdur við hesum, set so krossin við Levi Mørk á lista C á býráðsvalinum týsdagin.