Verkafeløg vilja tryggja 100 arbeiðspláss

AREBIÐSPLÁSS Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðsmannafelag arbeiða við at savna 10 milliónir krónur at fáa fiskavirkið í høvuðstaðnum latið uppaftur

– Hetta gera vit við at tryggja, at tað framhaldandi verður virkaður fiskur í býnum!

Soleiðis siga tey bæði verkafeløgini, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum eru farin at savna penging til at fáa latið uppaftur fiskavirkið í býnum.

Feløgin siga, at fyrsta treytin er, at virkið verður rikið á handilsligum grundarlag.

– Okkara sannføring er, at einans rakstur á handilsligum grundalag kann tryggja hesi hundrað arbeiðsplássini, siga feløgini.

Útrokningar, sum eru gjørdar fyri feløgini vísa, hesar 10 milliónir krónurnar fara at føra við sær:

• at umleið 100 arbeiðspláss aftur verða sett á stovn í Havn

• at hetta fer at føra við sær eina árliga lønarútgjalding á umleið kr 32 milliónir

• at lønarútgjaldingarnar fara at føra við sær framhaldandi privatan eftirspurning eftir vørum og tænastum í Havn

• at lønarútgjaldingarnar tí fara at tryggja grundarlagið undir vinnulívinum í Havn

• at árliga úrslitið áðrenn skatt á nýggja virkinum fer at liggja omanfyri kr 5 mió

Feløgini siga, at rávørugrundarlagið undir virkinum verður frystur fiskur umframt feskur fiskur. Væntað verður, at 6.000 tons verða virkað árliga á virkinum. Herumframt verður góðskingarvirkið nýtt til pakking og góðsking av fiski – eisini frá øðrum virkjum í Føroyum.

– Tað er einans virkið í Havn, sum hevur møguleika fyri hesum, siga feløgini, sum leggja dent á, at ein treyt fyri virkseminum er, at Tórshavnar Kommuna keypir bygningin og maskinurnar á Vestaru bryggju.

– Vit vóna, at tú ynskir at hjálpa okkum at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir nýggja virkinum, siga Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðsmannafelag í felags áheitan.