Verkætlan og konsert á Føroya Fólkaháskúla

Finsk-danska duoin Logrén&Skriver, mannað við Karoline Skriver og Lassi Logrén vitjar í hesum døgum Føroya Fólkaháskúla, við norðurlendsku verkætlanini Norden er en sang.

Saman við tónleikaranum Heðin Ziska Davidsen fara tey at hava eina work-shop við háskúlanæmingunun, har arbeitt verður við ymiskum norðurlendskum fólkasangi og tónleiki. Dagarnir enda við eini konsert á Háskúlanum, hóskvøldið 20. oktober kl. 19.30.

 

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin.

 

Verkætlanin er stuðlað av Nordisk Ministerråd og AP Møller fonden.