Verkætlanin góða undirtøku

Tað er synd at siga, at tingsalurin var ovurfyltur, tá tveir skrivligir fyrispurningar vórðu svaraðir sum seinastu punktini á skránni á tingfundinum í gjár

Tað vóru tveir brøður á útoyggj, sum beint eftir kríggið arvaðu hvør sítt jarðarstykki, annar á heimoynni og hin í Havn. Nú passaði tað seg soleiðis, at tann, ið arvaði nakrar gyllin á heimoynni, var fluttur til Havnar, meðan tann, sum arvaði eina trøð í Havn, framvegis búði á heimoynni.
Teir samdust so um at býta um, so útoyggjamaðurin fekk jørðina á útoyggj, meðan tilflutti havnarmaðurin fekk trøðna.
Í villu tíðunum undan kreppuni varð trøðin so seld fyri einar 7-8 milliónir krónur, kanska tað sama, sum øll útoyggin er verd.
Hesa søguna fortaldi Óli Breckmann á Tingsins røðarapalli og vildi við henni siga, at vit eiga ikki at lata slíkar møguleikar fara aftur við borðinum.
- Vit eiga at gera íløgurnar í eina so skilagóða verkætlan sum Nólsoyarverkætlanin er, tí hon kann verða gull verd um nøkur ár, segði Óli Breckmann.
Eisini Bjørt Samuelsen og Alfred Olsen hildu hesa verkætlanina vera skilagóða, men bæði fýltust á, at tað gerst ikki nógv fyri fýra milliónir krónur.
Bjarni Djurholm heitti inniliga á landsstýriskvinnuna um at taka eitt kaffiprát við Jóhan Dahl fyri at vita, um bæði ráðini kunnu arbeiða saman um hesa framúr verkætlanina.
- Men tað er neyðugt, at vetnisparturin er við, tí tað er serliga hesin, sum hevur áhuga uttanlands og sum kann geva útlendskar íløgur í verkætlanina, segði Bjarni Djurholm.
Annika Olsen segði, at samstarvið við Jóhan Dahl er framúrskarandi, og at hon vildi taka áheitanina til sín og samskifta við vinnumálaráðharran um málið.
So nú er bert eftir at vita, um gongd kemur aftur á Nólsoyarverkætlanina – Grønu Oynna.