Verkætlanarvika í Miðnámsskúlanum í Suðuroynni

At kvinnur tykjast lagaligari, tá tað snýr seg um at góðtaka samkynt og skrásett paralag, er ein av fyribils niðurstøðunum, nú Miðnámsskúlin í Suðuroynni fyri fyrsti ferð er farin undir at hava verkætlanir eina heila viku

 
Miðnámsskúlin í Suðuroynni hevur áður havt verkætlanir á skránni, men í avmarkað dagatal. Sum part av reglugerðini er nú kravt, at ein vika skal nýtast sum verkætlanarvika og hesa vikuna hava næmingar sitið í 10 bólkum og arbeitt við 10 ymsum evnum.
                      Í dag, fríggjadag, verða úrslitini løgd fram.
                      Bólkurin, sum fyri Sosialinum gjørdi vart við verkætlanina, gjørdi hetta sum part av síni endamálsorðing í bólkaarbeiðinum. Nevniliga at lýsa skúlan ella at gera reklamu fyri skúlan. Tey arbeiða við at gera faldara fyri skúlan, ið kann nýtast, tá lærarar í vár fara út á skúlar at kunna um hetta skúlatilboð og eisini gera tey eina grafiska lýsing, sum skal nýtast í Suðurbio. Hesum hjálpir Jón Tór Einarsson teimum við, tí hann rekur eina lýsingarfyritøku á Tvøroyri og er kønur á økinum.
 
Samkynt og  religión
Teir ymsu bólkarnir eru sera ymiskir. Tveir næmingar úr hvørjum flokki sleppa í hvønn bólkin. Evnini eru Ung í Suðuroy og teirra møguleikar, Sjónbandalag við tónleiki ? um ein skúladag, Heilsan hjá næmingum, Lýsing fyri skúlan, Religión-týdningur fyri menniskju og samfelag, Harðskapur í filmum, Leiklist- gera eina framførslu, Stráling og fartelefonir, Visiónir fyri Suðuroynna- eitt bryggjarí, reint vatn o.s.fr., Onnur orka enn olja- t.d. aldur, vegakervið í Føroyum og Suðuroynni, er tað nóg gott.
                      Í skrivandi stund verður arbeitt, men í dag, fríggjadag, verða úrslitini løgd fram.
                      Tó er longu greitt, at bólkurin sum arbeiðir við religión hevur greiðar ábendingar. Har spyrja tey næmingar um teirra hugburð til samkynt og skrásett paralag og kvinnurnar eru eftir øllum at døma lagaligari og hava lættari við at góðtaka hetta. Eisini hevur bólkurin spurt samkomuleiðarar í oynni, um teirra meting av hesum.
                      Tá hesi úrslit eru klár verður lagt fram á Power Point.
                      Fríggjadagurin er tí eftir øllum at døma ein spennandi dagur á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni, tí umframt leiklist og tónleik á sjónbandi og viðgjørdar samfelagstrupulleikar, so verða eisini viðkvom tøl løgd á borðið.