Verk hjá Williami í Føroyahúsinum

Mikukvøldið 29. apríl kl. 19.00 heldur Sissal Kampmann sostatt fyrilestur í Føroyahúsinum um William Heinesen.

William Heinesen sáli, er enn sum áður ein nógv umrøddur maður. Fyri fáum árum síðani helt føroyski útisetin, Thorbjørn Joensen, javnan fyrilestrar um skaldið mikla ymsa staðni á Fjóni, og nú er túrurin komin til Keypmannahavn. Tað verður tó ikki Thorbjørn, ið fer at tosa um lív og lagnu Williams, men harafturímóti Sissal Kampmann.

 

Mikukvøldið 29. apríl kl. 19.00 heldur Sissal Kampmann sostatt fyrilestur í Føroyahúsinum um William Heinesen.

 

Fyrilesturin fer at snúgva seg um verkini hjá honum - 7 skaldsøgur, 7 yrkingasøvn og 7 stuttsøgusøvn, umframt lív hansara sum skrivandi rithøvundur - á donskum. Um brævaskiftið hjá honum við Jørgini Frantz Jacobsen. Um átrúnað, sagnir og Tórshavn.