Verk hjá Teiti Lassen og Sunleif Rasmussen í Norðurlandahúsinum

Nýggjur tónleikur eftir Teiti Lassen og Sunleif Rasmussen verður at hoyra í Norðurlandahúsinum 16. Oktobur í samband við Tórshavnar Jazzfestival.

Tórshavnar jazzfestivalur er í hæddini hesar dagar, og fyrireikarar hava veruliga gjørt nógv burturúr. Ein ørgrynna av áhugaverdur tiltøkum eru kring býin, og tónleikurin verður av álvara settur í hásæti.

 

Sunnudagin 16. Oktobur kl. 19.00 verður tónleikur at hoyra í Norðurlandahúsinum eftir Teiti Lassen og Sunleif Rasmussen.

 

Verkini Weekdays og Nice Man’s Anger hjá Teitur Lassen, og Jordpigernes drøm eftir Sunleif Rasmussen verða frumframførd av Aldubáruni, Tarira og DR Pigekor.

 

Haraftrat framførir Teitur eisini solo, og tað verður saman við DR Pigekor.

 

Tú kanst frætta meira um Tórshavnar Jazzfestival á Facebook síðuni her:

 

www.facebook.com