Verjuspælarin Enrique Romero var ikki við í Champions League dystinum hjá spanska felagnum Deportivo týskvøldið. Orsøkin var, at hann datt á súkklu um vikuskiftið.
Romero súkklaði í nánd av húsunum hjá einum vinmanni, tá ið ein hundur kom fyri súkkluna hjá honum. Endin var, at Romero datt av súkkluni skaddi sær niðasta partin av rygginum. Skaðin er ikki álvarasamur, men Romero fekk ikki spælt týskvøldið.










