Verjuspælari bjargaði Bayern

Týska stórliðið Bayern megnaði at vinna ein dyst um vikuskiftið. Leingi líktist tað tó einum javnleiki ímóti Frankfurt, men stutt fyri leiklok eydnaðist tað Bayern at skora sigursmálið. Tað var verjuspælarin Daniel van Buyten, sum skoraði málið. Við sigrinum klatraði Bayern eitt sindur upp á stigatalvuni og er nú nummar 6, eftir at 10 umfør eru spæld av kappingini.