Verjuskipini í vatnkríggj

- Sjóverjuskipini, Brimil og Hvidbjørnen, hava boðað frá at tey verða við ársins Sjómannadegi. Skipini luttaka í vatnkrígnum fríggjakvøldið 18. august og leygardagin 19. august bjóðað skipini almenninginum umborð at vitjað.


Tað skriva fyrireikararnir av Sjómannadegnum í tíðindaskrivi, nú tað nærkast til ársins sjómannadag.


Eitt av hæddarpunktunum fyri børn og eldri er vatnkríggið, tá bjargingarbátar, sløkkilið, sjóverjuskipini og onnur luttaka í stóra vatnkrígnum á vánni í Klaksvík.


Brimil fer sum vanligt at brúka stóru vatnkanónirnar og Hvidbjørnen sendir tveir gummibátar við vatnkanónum í kríggj.


Umframt at taka lut í vatnkrígnum, fara skipini eisini at hava opið fyri almenninginum leygardagin.