Verjuskansi verður ikki við

Hjá Víkingi er tað kærkomið, at liðformaðurin er tøkur aftur eftir leikbann í tveir dystir

John Fagerström hevur skorað tvey mál í átta dystum, síðani hann í summar fór at umboða 07 Vestur

Víkingur er einasta liðið, sum framvegis hevur møguleika at taka meistaraheitið frá FM favorittunum í KÍ. Víkingarnir tosa als ikki um møguleikan, at tað skal eydnast at vinna FM. Heldur er dagsskráin at stríðast fyri at halda tørn um silvurplássið.

 

Nú fyrireika víkingarnir seg at fara til Sørvágs. Tað kemur væl við, at Atli Gregersen aftur er tøkur at vera millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann tveir teir seinastu dystirnar hevur sitið leikbannaður. Burtursæð frá honum eru allir hinir tøkir, sum hava spælt størsta partin av árinum. Finnur Justinussen og Ari Olsen stríðast framvegis við at koma fyri seg eftir at hava slitið krossbandið.

 

Sunnudagin tapti 07 Vestur 4-0 í Klaksvík. Hóast trivaliga tapið, so kendu vágamenn seg hava víst góðan hugburð ímóti FM favorittunum.

 

Hjá 07 Vestur er stinni miðverjin Dann Fróðason leikbannaður. Asbjørn Heðinsson er skaddur í lærkrikanum, og Zoran Vujovic er vøddaskaddur.

 

Flaggdagin vann Víkingur 4-2 í Sørvági, og 20. juni vann Víkingur 4-1 í Sarpugerði ímóti 07 Vestur.  

 

John Fagerström hevur skorað tvey mál í átta dystum, síðani hann í summar fór at umboða 07 Vestur