Verjurnar á muni

Mong mundu halda, at Neista-sigurin á Søljuni var mest sum ov trivaligur

Hondbóltur

Ætlaði spenningurin til dystin millum Neistan og Søljuna mikukvøldið gjørdist av ongum. Her høvdu tey flestu helst roknað við einum tøttum dysti millum tvey av liðunum, sum vilja sleppa við í heiðursmerkjabýtið hetta kappingárið, og sum higartil eisini hava víst, at tey hava evnini til tess.

Ov nógv
Úrslitið mikukvøldið talar kanska fyri seg tann vegin, at tað í løtuni ikki tykist, sum skal Søljan vinna nakað heiðursmerki í ár. Tað gera tær kanska heldur ikki, men í veruleikanum skal ikki so heilt nógv til, áðrenn tær kunnu hótta eitt nú Neistan enn meira.
Endaliga úrslitið leyg eisini nakað sum so, tí tað var ongantíð í dystinum, at munurin var so stórur, sum hann var seinasta minuttin. Gjøgnum tað nógva av fyrra hálvleiki var tað Neistin, sum var á odda. Leiðslan var tó fyri tað mesta tepur, og gestirnir megnaðu at svara aftur, hvørja ferð tær bláu høvdu hug at draga frá.
Í løtuni eftir steðgin, varð dysturin tó mest sum punkteraður. Áðrenn Søljan var komin úr startblokkunum aftur, var Neistin strokin avstað, og nú hildu tær fast um munin. Hesin fór ongan tíð niður um fýra mál aftur, og tá tað móti endanum stóð greitt, at her gjørdist einki, hevði Søljan mest sum bara hug at geva seg yvir.

Verjan og Helena
Skal takast samanum dystin, so vóru tað serliga tvær orsøkir til, at Neistin hevði munin.
Fyrra var verjuspælið hjá liðunum báðum. Hjá Søljuni er stórur partur av spælinum bygdir á kontra-styrkina hjá Nicoletu Radu Hansen. Tað merkir, at verjuspælið verður lagt við hampuligum trýsti, men megna mótstøðuliðini at halda høvdið kalt, til møguleikain býðst, so kann hetta vera ein vandamikil háttur at verja uppá. Samstundis tóktist tað løgið, at Søljan eitt langt skifti nýtti Nicoletu til at mansverja Simonu. Einki er at ivast í, at Nicoleta væl megnaði hesa uppgávuna, men samstundis var saknurin í henni inni í verjuni øgiligur.
Seinna orsøkin var uttan iva, at Helena Dam Poulsen hevði lisið sítt heimaarbeiði somikið væl. Tá Søljan ikki kontrar, so er skotstyrkin hjá Linu Andriulyte avgjørt eitt av bestu vápnunum hjá liðnum. Hon skeyt eisini níggju mál mikukvøldið, men skot-talið mundi vera minst tað trífalda, og í allar flestu førum las Helena hana rætt av, soleiðis at hon hevði ein arm ella eitt bein á røttum stað, tá skotið kom.

Kósin er røtt
Størri enn sum so var munurin millum liðini ikki. Men eitt annað kundi verið tikið fram afturat. Kanska er tað ein avleiðing av, at Søljan í so langa tíð hevur verið botnlið,men tað tykist enn, sum hava heimligu leikararnir ilt við at taka ábyrgd á seg, tá talan er um truplar dystir. Tær hava annars í fleiri øðrum dystum, víst, at tær væl kunnu sammeta seg við ovaru liðini, men tað er helst bara ein spurningur um sjálvsálit.
Í so máta stóð betri til hjá Neistanum. Tað sást eisini aftur í, at málskjótingin var mundandi betri fordeild á liðnum, og við eini sera væl upplagdari Káru á Dunga, høvdu teir eisini ein vongspælarar, sum tók av mest sum hvørjum møguleika. Og tað hjálpir jú eisini til, tá verjurnar skulu opnast.
So talan er einamest um ein spurning um tíð. Kanska verður tað ikki í vetur, at tær fara at fáa heiðursmerki, men heldur Søljan kósini og framgongdini. So fara heiðursmerkini at koma. Heldur fyrr enn seinni.

Fakta um dystin
Neistin-Søljan 35-26 (15-13)
Málskjúttar
Neistin: Simona Petersen 11(1), Annika Thomsen 7, Kára á Dunga 6, Ása á Neystabø 4, Marjun Tróndarson 4, Lív Sørensen 2, Lív Reynheim 1
Søljan: Lina Andriulyte 9, Nicoleta Radu Hansen 9(2), Arnleyg Haraldsen 4(4), Heidi Maria Akselsen 3, Hertha J. Simonsen 1
Brotskøst: Neistin 3, Søljan 8
Útvísingar: NEistin 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Uni Wardum. Høvdu gott tak á allan vegin.