Heimasíðan hjá HB boðar í dag frá, at Johan Troest Davidsen heldur fram í HB komandi kappingarár.
Havnaliðið hevur seinastu vikurnar lagt seg eftir, at leingja sáttmálarnar hjá nøkrum av lyklaspælarunum, og nú er veruliga gongd komin á. Teitur Gestsson, Christian R. Mouritsen og nú Jóhan Troest Davidsen eru millum teirra, sum seinastu vikurnar hava longt sáttmálan og fyri kortum boðaði felagið frá, at Jan Dam verður høvuðsvenjari hjá felagnum komandi ár.
- Vit fegnast sjálvandi almikið, at besti verjuleikarin í landinum framvegis verður at síggja í reyð/svarta búnanum hjá mest vinnandi felagnum í landinum, skrivar heimasíðan hjá HB.
Jóhan Troest Davidsen var kosin ársins verjuleikari av Miðlahúsinum í 2013 og 2014. Hann hevur spælt 31 landsdystir og hevur leikt við HB síðani 2012.