Verjupolitisk endurskoðan

- Við Reyðubók hava vit nú tvær frágreiðingar, ið lýsa Føroyar í verjupolitiskum høpi. Tískil er tíðin búgvin til eitt aðalorðaskifti um føroyskan verjupolitikk, sum í framtíðini skal byggja á fult innlit og ávirkan, sigur Jóanes Eidesgaard, løgmaður

Fyrst var tað Svartabók, og fríggjadagin kom so Reyðabók. Við hesum báðum hava føroyingar tvær bøkur, ið lýsa verjupolitisku støðu Føroya undir kalda krígnum, sæð ávíkavist úr vestri og úr eystri.
- Tú kanst siga, at Reyðabók er ein mótvekt til Svørtubók, og við báðum frágreiðingunum í hondini hava vit eitt gott grundarlag fyri einum aðalorðaskifti um framtíðar føroyskan verjupolitikk, sigur Jóanes Eidesgaard, løgmaður.
Undanfarni løgmaður, Anfinn Kallsberg, boðaði í heyst frá, at hann ynskti eitt aðalorðaskifti um verjupolitikkin, og henda tráð ætlar Jóanes Eidesgaard at taka uppaftur.
Enn er Reyðabók, ið er yvir 200 síður til longdar, fesk í hondini á løgmanni, landsstýrinum og tingfólki, og tískil veit Jóanes Eidesgaard ikki at siga, hvørt aðalorðaskifti eigur at vera í vár ella hvørt rættast er at bíða til í heyst. Men aðalorðaskifti, ið fyrst og fremst skal snúgva seg um verjupolitisku framtíð Føroya, verður í hesum árinum, lovar løgmaður.
- Ein framtíðar verjupolitikkur skal eftir mínum tykki grundast á fult innlit í verjupolitisk viðurskifti, ið viðkoma Føroyum, og eisini skulu vit fáa ávirkan á tær avgerðir, ið viðvíkja okkum, sigur Jóanes Eidesgaard.
Løgmaður vísir á, at í sama viðfangi eigur at verða hugt eftir gomlu løgtingssamtyktirnar um uttanveltaðu støðu Føroya.

Áhugaverd frágreiðing
Hóast løgmaður ikki hevur havt stundir til at nærlisið frágreiðingina enn, so metir hann hana vera áhugaverda, hóast hon kanska ikki inniheldur so nógv, ið ein ikki kundi gitt um frammanundan.
Men frágreiðingin staðfestir, at Danmark ikki gjørdi nógv fyri at verja Føroyar undir kalda krígnum, umframt at eftirlitið við russum ikki var nóg gott.
- Føroyar hava verið í eini løgnari støðu, har nógv er farið fram, sum vit als ikki hava vitað um, vísir løgmaður á og leggur afturat:
- Tað sum hendi undir kalda krígnum kundi neyvan hent aftur, tí í dag eru vit meira tilvitað um, hvat fyriferst, og eisini er størri opinleiki í politisku skipani. Tað er ein styrki, og tað ger millum annað, at ein føroyskur løgmaður ikki kann leggjast undir sama trýst, sum undanfarnir løgmenn hava verið undir í trygdarpolitiskum spurningum, metir Jóanes Eidesgaard.