Verjumálaráðharri gloppar dyrnar

Fyrrverandi amerikanskur verjumálaráðharri hevur skrivað opinskáraða bók um at føra kríggj

Robert M. Gates var verjumálaráðharri hjá bæði Bush yngra og Obama, og tá ið hann fyri nøkrum árum síðani gavst í starvinum, var tað við nógvum rósandi orðum og stórari virðing.
Nú hevur Gates skrivað endurminningar, sum geva eitt einastandandi innlit í, hvussu trygdarpolitiskar avgerðir verða tiknar og førdar út í lívið.
Gates er erligur og neyvur í sínum frágreiðingum um arbeiðið í verjumálaráðnum, og hann ger neyvar lýsingar av hendingum og persónum, sum hann hevði við at gera tey fimm árini, hann var verjumálaráðharri í USA.
Bókin er áhugaverdur og spennandi lesnaður, og vilt tú hava eitt størri innlit í, hvussu amerikumenn føra kríggj og taka politiskar avgerðir í tí sambandi, er hendan bókin ein góð innføring.