Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar, at Bárður H. Joensen í komandi kappingarári skal spæla við EB/Streymi.
- Eg fari til EB/Streym, tí teir hava ein góðan hóp og hava spennandi avbjóðingar í Evropa, sigur Bárður H. Joensen við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.
Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, staðfestir, at hetta verður seinasta tilgongdin hjá felagnum í vetur.
Verjuleikarin hevur fyri tað mesta verið knýttur at B36, men seinasta árið hevur hann verið burtur frá fótbóltinum.