B71 hevur síðan kappingarbyrjan leitað eftir verjuleikara, sum skal loysa av Anders Rasmussen, sum royndist væl hjá sandoyingum í fjør. Nú vónar B71, at loysnin er funnin.
22 ára gamli Mikkel Føge, sum seinastu tíðina hevur spælt við Værløse í triðbestu donsku deildini, skal komandi tíðina royndarvenja inni í Dal. Leikaraloyvið er flutt til B71, men danski verjuleikarin skal fyrst prógva seg, áðrenn endalig avtala verður gjørd.
- Vit hava leitað eftir húsum til hansara, men tað er ikki komið í lag enn. Men ætlandi kemur hann til Føroya í vikuni, og vit vóna, at hann luttekur, tá fyrsta venjingin eftir summarsteðgin verður hósdagin. Vit hava leitað leingi eftir verjuspælara, so nú fáa vit at síggja, sigur Ragnar Fossdalsá, formaður í B71.