AB heintaði undan kappingarárinum íslendska verjuleikaran, Andri F. Bjørnsson, til felagið. Íslendski verjuleikarin kom til felagið úr TB, har hann í fjør spældi sum vinstri bakkur.
Andri F. Bjørnsson byrjaði eisini tveir teir fyrstu dystirnar hjá AB í ár, inntil hann í øðrum umfari mátti av vøllinum við skaða í knænum.
Verjuleikarin hevur verið skaddur líka síðani, og nú er greitt at hann ikki kemur at spæla fyri AB aftur í ár.
In.fo skilir á lagnum, at Andri F. Bjørnsson nú gevst í AB, og flytir aftur til Íslands í næstum.
AB er næstaftast í Effo-deildini. Teir hava fingu níggju stig í 17 dystum.










