Verjukent útgangsstøðið tryggjaði EB/Streymi stig

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham er fegin um at fáa eina stig við sær úr Runavík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum kundi fegnast um, at uppflytararnir tryggjaðu sær eitt stig ímóti bronsuvinnarunum, NSÍ á útivølli.

 

Heðin Askham viðgongur, at útgangsstøðið hjá EB/Streymi var sera verjukent ímóti einum álopssterkum NSÍ-liði. Tað hjálpti eisini málsetninginum væl, at Dan í Soylu tók av møguleikanum í øðrum minutti av dystinum, og legði EB/Streym á odda 1-0. 

 

Nú er setningurin hjá EB/Streymi eisini at fáa stig í Fuglafirði ímóti ÍF komandi sunnudag.