Verjukempan hjá danska manslandsliðnum í hondbólti hevur verið ógvuliga sjúkur í maganum seinastu tíðina, og hevur hann mist nógv kilo.
Men ein antibiotikakurur hevur hjálpt honum, og nú danski hópurin er frammi til HM-endaspælið í Kroatia, hevur Lars Jørgensen endurvunnið vektina hjá sær.
- Eg skal á vektina í kvøld, men eg eri rættiliga vísur í, at eg vigi tað, sum eg eigi at viga. Eg havi havt góðan matarlyst teir seinastu dagarnar, og eg havi drukkið nógv. So eg havi tað veruliga gott. Segði Lars Jørgensen við danska TV2
- Tað er gott at kunnu venja aftur. Sjálvt um vit hava havt eina góða ferð, so er tað altíð eitt sindur strævið at ferðast. So eg gleði meg at venja aftur. Segði Lars Jørgensen fyrr í dag.
Meðan magasjúkan herjaði, tapti Lars Jørgensen 6 kilo. Leygarkvøldið spælir Danmark sín fyrsta dyst í býnum Porec í innleiðandi bólkaspælinum. Dysturin verður ímóti Brasilia, og byrjar hann kl. 19.15.