Verjir masterútbúgving í Nólsoy

Randi Ward úr West Virginia hevur seinastu trý árini lisið á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og fríggjadagin fer hon at halda fyrilestur um høvuðsuppgávuna, sum hon fekk 11 fyri

Seinastu trý árini hevur Randi Ward úr West Virginia búð í Nólsoy, meðan hon hevur tikið masterútbúgving í mentanarvísindi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Randi hevði eina bachelor útbúgving í antropologi og bókmentafrøðí frá Ohio University í Athens, Ohio í USA, við sær til Føroya. Hon hevur nú tikið eina masterútbúgving, sum Fróðskaparsetrið hevur valt at kalla Masterútbúgving í Mentanarvísindi.

Høvuðsuppgávan er antropologisk lýsing av ævisøguni hjá Olevinu Joensen í Nólsoy. Gjøgnum samrøður um kvinnulív og kvinnuarbeiði og samstarvi í bygdalívinum, hevur Randi Ward varpað ljós á ein part av søguni, sum annars lítið hevur verið gjørt við.

Í námsskipanini, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt til Randi, verður ikki kravt, at hon verjir masterútbúgvingina, men hon fer kortini at halda ein almennan fyrilestur í Nólsoy fríggjadagin, har áhoyrarar eisini fáa høvið at seta fram spurningar viðvíkjandi uppgávuni.

Annars kann nevnast, at próvdómarin frá lærda Íslendska Háskúlanum gav Randi Ward 11-tal við próvtøkuna.

Fyrilesturin verður fríggjakvøldið 25. mai kl. 19.30 í Royndarhúsinum. Áhugað á meginøkinum hava møguleika at koma til Nólsoyar við Rituni, sum siglir av Bursatanga kl. 19.00 og úr Nólsoy aftur kl. 22.25. Aftaná fyrilesturin verður móttøka.