Verjir løgreglustøðina í Runavík

- Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst, um virsemi hjá løgregluni verður flutt úr Runavík til Klasksvíkar, heldur Kári P. Højgaard.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um ætlan at flyta virksemi á løgreglustøðini í Runavík til Klaksvíkar.

Hann spyr landsstýriskvinnuna, um hon kann kunna løgtingið um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar innan løgregluna - og um tað er rætt, at arbeiðið á politistøðini í Runavík verður niðurlagað til eitt minimum, samstundis sum virksemi og vaktarhald helst verður flutt undir eitt tak í Norðoyggjum. Hann vil eisini hava at vita, um politiski myndugleikin í Føroyum verður kunnaður og hoyrdur, tá slíkar avgerandi sparingar og broytingar verða framdar.

Kári P. Højgaard vísir á, at tað at løgreglan sæst á vegunum hevur fyribyrgjandi ávirkan á ferðsluna, somuleiðis er ein tryggleiki í vitanini, at eitt vælmannað løgreglulið er á støðini í nærumhvørvinum og kann eftir stuttari tíð verða á staðnum, um óhapp ella vanlukkur henda.

- Vit hava sjúkrahús í Klaksvík og Tórshavn. Tað er tó alneyðugt at hava eina ambulansutilbúgving á Lambareiði, tí fólkatalið er stórt og alneyðugt kann verða at koma skjótt á staðið. Hendan tilbúgvingin hevur virkað fyrimyndarliga og uttan iva verið við til at bjarga mannalívum, sigur hann og vísir á, at í Eysturoynni, har løgreglustøðin í Runavík liggur, eru 32 bygdir og tveir býir. Tilsamans búleikast omanfyri 10.000 fólk í Eysturoynni, umframt tey fólkini sum búgva við Sundalagið í norðara parti av Streymoy. Í Norðoyggjum, har ætlanin er at flyta høvuðsvirksemi eru 18 bygdir og ein býur og har búgva sløk 6000 fólk.

- Spurningurin verður settur landstýriskvinnuni, tí tað tykist fullkomuliga skila- og ábyrgdarleyst, um virksemi hjá løgregluni verður flutt burtur úr miðøkinum, har fólkið býr, sigur Kári P. Højgaard.