Verjin við nevningarnar: Tit skriva søgu

Í byrjanini av sínari proseduru slepti verjin einari bumbu. Hann segði, at sakarmálið er heilt serstakt, tí einki lík fyriliggur, og at hetta er fyrsta málið av sínum slagi í danska ríkinum.

Hann gjørdi nevningunum greitt, at dømdu teir ákærda kroatan, skrivaðu teir rættarsakliga søgu, tí tað er ikki hent áður.

Vit hava kanska hoyrt um hetta í onkrum rættarmáli í USA, segði verjin, Annfinn Vitalis Hansen, men tað er óhoyrt í danska kongaríkinum.

Hetta vita vit jú ikki passar. Júst í hesum døgum er eitt rættarmál fyri í Jútlandi, har ein maður stendur ákærdur fyri morð, uttan at nakað lík finst.

Og tann eisini í Føryum vælkendi Peter Lundin er jú dømdur í lívslanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið unnustu sína og hennara tveir synir, og tað er gjørt uttan at líkin enn tann dag í dag eru funnin, og við tekniskum prógvum, sum vóru munandi færri enn tey, ið fyriliggja í rættarmálinum móti ákærda kroatanum.

Eisini var verjin heldur óheppin tá hann skuldi greiða frá, hví ákærdi ikki fyrr førdi fram, at Skodabilurin varð stolin fríggjanáttina 4. november. Av tí at ákæruvaldið tá helt, at Piddi varð dripin seinni enn 4. november, hevði ákærdi onga orsøk at umrøða hesa hendingina.

Hetta hongur tó ikki saman, tí júst stuldurin av Skodabilinum, er hornasteinurin í verjuni hjá ákærda. Hansara frágreiðing um drápið á Pidda er júst hon, at hann sá tríggjar persónar kopyra inn í Norðoyatunnulin, og bara tveir komu út aftir.

Hinvegin hevur verjin sett nakrar viðkomandi spurningar, eitt nú hví eingin hevur vísundaliga mált, hvussu nógv blóð frá Pidda tilsamans er funnið, og hví blóð varð funnið í stovuni.

Verjin heldur fram við sínari proseduru eftir døgurða, og tá hann er liðugur, fer Linda Hesselberg at koma við sínum endaligu viðmerkingum.