Verjin: - Tí fer løgreglan ikki at reisa ákæru

- Eg kenni skjølini í málinum, og eg eri púrasta tryggur við, at málið móti Tom Hagen verður slept, sigur verjin, Svein Holden.

 

 

 

Hin 31. oktober í ár verða trý ár liðin, síðan ríkmanskonan, Anne-Eisabeth Hagen sporleyst hvarv.

Skjótt trý ár eftir, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr bústaði sínum við Sloraveien 4 í Lørenskog, er verjin hjá manni hennara, 71 ára gamla miljarderinum, Tom Hagen, púrasta sannførdur um, at skuldsetingin fer at verða slept.

Í hálvt annað ár hevur Tom Hagen verið skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, men hann hevur alla tíðina hildið upp á, at hann hevur ongan sum helst leiklut í, at kona hansara er horvin.

Hin 31. oktober í ár verða trý ár liðin, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Hálvt annað ár seinni varð Tom Hagen handtikin og skuldsettur, men eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður í einar 10 dagar, varð hann leyslatin aftur, tí rætturin metti ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv ímóti honum. 

Síðan hevur miljarderurin verið leysur, tó at løgreglan nú hevur havt hann skuldsettan fyri dráp ella viðvirkan til dráp í 523 dagar.

Sambært verjanum, Svein Holden, heldur miljarderurin framvegis, at kona hansara er rænd - við fíggjarligum endamáli.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað er vitleyst krevjandi at vera drápsskuldsettur, sigur verjin í einari longri dokumentarsending hjá tv2.no, sum kallast "Forsvinningen på Lørenskog".

Tv2.no veit at siga, at umleið 30 løgreglufólk framvegis arbeiða við Lørenskog-málinum, og í sendingini sigur Svein Holden, at Tom Hagen framvegis hevur eina vón um, at tað fer at eydnast løgregluni at loysa málið.

- Á aðrari síðuni eru vit nøgd við, at tað framvegis eru fleiri, sum arbeiða við málinum, eins og vit eru nøgd við, at løgreglan hevur sagt, at tey hava góðar vónir um, at málið verður loyst. Á hinari síðuni er tað sera tyngjandi fyri Tom Hagen at vera skuldsettur. 

Húsini í Lørenskog vera roknað sum mest kannaði bústaður í Noregi yvirhøvur. 

Eitt, sum løgreglan setir sína vón til í málinum, er sonevnda "kryptosporið", og her verður roynt at finna út av, hvør stjól identitetin hjá einum norðmanni, hvør stovnaði kryptokontur, og hvør fekk tær stívliga 10 miljónir norsku krónurnar í monero, sum Tom Hagen flutti í juli í 2019. Flytingin varð framd inni á skrivstovuni hjá norsku løgregluni, meðan kriminalløgregla kring heimin fylgdi við.

Tá løgreglan hevur funnið tann ella tey, sum standa aftan fyri brotsverkið - ella, tá løgreglan er komin longur í kanningararbeiðnum - verður tað Gjermund Hanssen hjá norsku løgregluni, sum kemur at skriva eina áheitan til ríkisadvokatin, Monica Krag Pettersen. Her fer hann at siga, um hann ynskir ákæru - ella, um hann heldur, at grundarlag ikki er fyri ákæru.

Ríkisadvokaturin, Monica Krag Pettersen, hevur sama starv í dag, sum verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevði, áðrenn hann gjørdist verjuadvokatur.

##med2##

 

Verjin er sannførdur um, at eingin ákæra verður reist ímóti Tom Hagen eftir tí próvtilfari, sum hann veit um, at løgreglan hevur. 

Ert tú heilt vísur í tí?

- Ja.

Hvat er tað, sum ger, at tú ert so greiður í tínari talu?

- Eg kenni skjølini í máinum, og eg eri púrasta tryggur við, at málið móti Tom Hagen verður slept.

Á hinari síðuni heldur løgreglan, at tað er grundaður illgruni um, at miljarderurin hevði ein leiklut í tí, sum hendi Anne-Elisabeth Hagen. Tað merkir, veit tv2.no at siga, at tað er meira enn 50 prosent sannlíkindi fyri, at Tom Hangen hevur havt ein leiklut í málinum.

Heimasíðan veit eisini at siga, at próvkravið fyri at reisa ákæru og døma ein persón í einum slíkum máli er væl hægri.

Verjin, Svein Holden, vísir á, at tað er trupult at fara inn í smálutirnar í próvgrundarlagnum hjá løgregluni, tí tað kann hann ikki, men verjin vísir á, at eitt týdningarmikið punkt er, at Tom Hagen var til arbeiðis, tá kona hansara hvarv. Sambært tí, sum Tv2.no veit, heldur løgreglan eisini, at miljarderurin var á arbeiðsplássinum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Løgreglan hevur yvirfyri rættarskipanini hildið upp á, at Tom Hagen kann hava bílagt brotsverkið móti konu síni, og at hann kann hava havt ein leiklut í vasking, rudding og tilrigging av húsunum - ella brotsstaðnum - har hendingin fór fram. 

- Tá Tom Hagen var til arbeiðis, noyðist løgreglan at knýta hann til teirra, sum framdu brotsverkið, men eitt slíkt samband dugi eg slett ikki at síggja í teimum skjølum, sum fyriliggja í málinum, sigur verjin hjá miljarderinum, Svein Holden.

 

Hin 31. oktober í ár verða trý ár liðin, síðan ríkmanskonan, Anne-Eisabeth Hagen sporleyst hvarv.

Í 523 dagar hevur Tom Hagen verið skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni.