Verjin setir ákærda spurningar

Nevningatingið í Føroya Rætti verður sett aftur klokkan 09.30 í morgun. Hetta er fjórði dagur, at Piddamálið er fyri.

Í dag fer verjin hjá tí ákærda at seta honum spurningar.

Seinni í dag skal eitt vitni avhoyrast. Vitnið er ein løgreglumaður, sum skal greiða frá, hvussu fartelefonir kunnu sporast.

Ætlanin var annars at avhoyra fleiri vitni í dag um ákærurnar um stuldur og svik í sambandi við gjaldskort. Tær avhoyringarnar eru útsettar til annan mánadag.