- Soleiðis, sum eg kenni Tom Hagen, hugsar hann frameftir. Men, handtøkan hevur verið ein katastrofa fyri hann, hansara børn og vinir. Hetta er ein grov feilmeting av løgregluni.
Tað sigur verjin hjá norska miljarderinum, Tom Hagen, nú lagmannsrætturin í dag er komin til ta niðurstøðu, at maðurin skal leyslatast.
Í síðstu viku varð Tom Hagen handtikin á opnari gøtu av norsku løgregluni og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen. Miljarderurin sigur seg einki hava við burturblívingina av konu síni at gera, sum nú hevur verið burtur í meira enn hálvt annað ár.
Tá tingrætturin í Noregi dagin eftir handtøkuna dømdi Tom Hagen at sita avbyrgdur í varðhaldi í fyribils fýra vikur, meðan løgreglan heldur fram við sínum kanningum, kærdi hin skuldsetti hesa avgerð.
Tað er lagmannsrætturin, sum hevur havt hesa kæru til viðgerðar, og her hevur verjin, Svein Holden, gjørt sítt til at vísa á, at Tom Hagen er ósekur.
Avgerðin í lagmannsrættinum er, at Tom Hagen skal leyslatast. Men, hetta hóvar sjálvsagt ikki løgregluni, sum hevur kært hesa avgerð til hægsta rætt. Meðan bíðað verður eftir hægsta rætti, skal miljarderurin framhaldandi sita í varðhaldi.
Tá norskir miðlar í dag spyrja verjan, um Tom Hagen longu er dømdur av fjøldini, svarar hann soleiðis: - Ja, eg trúgvi, at hann er dømdur, tí hann er maður Anne-Elisabeth Hagen, sigur Svein Holden í einari stuttari viðmerking.