Verjið børnini: Burtur við fyrningarfreistini

– Tað er ongantíð for seint at bróta tøgnina - ella er tað?

 

Lógin er uppbygd á tann hátt, at tað kann tykjast meingingsleyst at gera nakað við tað - ov seint til at koma burtur úr tí neyð, sum tøgnin hevur við sær. Men nú vilja vit hava tøgnina brotna og fyrningarfreistina burturtikna!

 

Tað sigur felagsskapurin Verjið Børnini í tíðindaskrivi:

 

Tíðindaskriv: Tað eigur ikki at vera ein tíðarfreist sett á slík evni! Í eini roynd at fáa fyrningarfreistina tikna og rikna burtur, verður skipað fyri mótmælisgongu leygardagin 3. aug 2013 í Tórshavn.

 

Byrjað verður við einum felagssangi kl 14:00 uttanfyri svimjuhøllina í Gundadali. Síðani verður gingið yvir til rundkoyringina og omaneftir R.C. Effersøesgøtu, har vit steðga á og syngja ein sang uttanfyri Barnaverndarstovuna.

 

Síðani ganga vit oman gjøgnum gongugøtuna og endað verður í uttanfyri løgtingið, har vit seta eitt føroyskt flagg fyri hvønn tann sum stendur okkum nær sum er blivin misnýtturkynsliga. Ein felagssangur verður sungin aftrat og síðan verða røður hildnar av m.o. Anniku Olsen landstýriskvinna í almannamálum, og Rigmor Dam løgtingskvinnu. Eisini fara sálarfrøðingur og umboð frá løgregluni at hava orðið. Tey fara at siga sína hugsan um fyrningarfreistina og tøgnina viðvíkjandi kynsligum ágangi. Eisini fáa vit frágreiðingar frá fólki, sum hava meldað; men fráboðanin var til onga nyttu, tí fyrningarfreist var forðaði tí. S

 

Síðani verður ein felagssangur aftrat og tónleikur frá ongum mætari enn Jens Marna og Evi, sum eisini ynskja at stuðla hesum endamáli. Heitt verður á fólk um at vera í hvítum t-shirtum og at hava føroysk pappírsfløgg við. Hetta fæst eisini til keyps við svimjihøllina hálvan tíma áðrenn tiltakið byrjar.

 

At enda skal sigast, at tað hevði verið gott um fólk sjálvi hava bannarar og skelti við til mótmælisgonguna, har tit vísa tykkara ónøgd.

 

Komið við og vísið tykkara ónøgd yvir at tíðarfreist verður sett á slík evni!

 

Talskvinnur og fyriskiparar av hesum tiltaki eru Mimmy Vágsheyg og Brynhild Bláhamar. Um spurningar eru ella hugur er til at hjálpa, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við tær báðar

 

Dagførd kunning og tilmelding er á www.facebook.com/events/150248638503447/