Hevði løgreglan í Føroyum lagt líka stóran dent á at vart okkum ímóti rúsevnum, sum at verja okkum ímóti Sea Shepherd, hevði staðið væl til. Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Nú Løgtingið hevur viðgjørt spurningin um at banna Sea Shepherd í Føroyum, gjørdi Bill Justinussen greitt, at hann undrast á raðfestingarnar hjá løgregluni. Hann staðfesti, at nú tað ráddi um at verja okkum ímóti Sea Shepherd, var einki óført hjá løgregluni.
Í meðan Sea Shepherd hevur verið í Føroyum, hevur einki verið óført hjá løgregluni, tí hon hevur verið her í alt summar við eyka manning frá donskum, hernaðarligum serdeildum, umframt við tyrlum og skjóttgandandi bátum. Men tá ið tað ræður um at verja okkum ímóti at rúsevni verða smuglað til landið, er straks verri, tí tá skal togast um hvørja krónu. - Rúsevni snýr seg um mannalagnur, men Sea Shepherd snýr seg ”bara” um tvøst og spik.
Og hvat hevur størri týdning, at vit verja okkara ungu ímóti rúsevnum, enn at forða fyri, at vit verða órógvað eitt sindur í einum grindadrápi, spyr tingmaðurin hjá Miðflokkinum.
Tað undrar meg, at tað ber til at leggja so nógva orka í at verja okkum ímóti Sea Shepherd og so lítla orku í at verja okkum ímóti rúsevnum, sum oyðileggur tey fólk, sum verða bundin av tí, leggur hann afturat.
|










