Verjið kalva okkara

Tad er torført at ímynda sær eina ferming ella eitt gott Ólavssøkuborð uttan kalvasalat. Hesin okkara sera vælsmakkandi føroyski kalvin er ein týðandi partur av matarskránni tá bliðskapur skal sýnast. Ella ein væl stoktur kalvi vid nógvum smør smelti og brúnum leyki og nýggjum eplum Heiman Av Sandi – kann tad verda betri?

Men hvussu leingi hava vit kalvan ? Hann er torførur at fáa fatur á ídag, og í teimum sølubúðum í Havn har hann – av og á – fæst til keyps liggur prísurin ídag um kr 250,- per kg og fer longri upp.

Sannroynd er at minni og minni er til av kalva á føroyaleiðunum og tað er katastofalt at sokallaða “holið” norðurvestur av Føroya Banka har meginparturin av kalvastovninum gýtur í hesum døgum ikki er totalfriðað fra november til marts i minsta lagi ! Tad sigur seg sjalvt at onki verður til av kalva verður allur gýtingarfiskurin tikin! Tad var fleiri ferðir heitt á fráfarna Fiskimálárað um at seta hesa friðing i verk, men onki varð gjørt. Tad er at vóna at núsitandi Fiskimálaráðharri og hansara fólk gera nakað vid hetta álvarsmál. Í Íslandi er kalvin friðaður í løtuni…

Tad er ikki at vóna at kalvin verður sum “lundi á jólanátt” ! Okkara uppvaksandi ættarlidðhava neyvan smakkað ein lunda ella ein lomviga. Hetta tilfangi sum var ein partur av dagliga kostinum hja okkara foreldrum er burtur idag og kanska fyri altíð. Okkara hummari sum hevur verið ímyndin av gastronomiska rákinum í Føroyum samanvið igulkerum er eisni komin á gravarbakkan vegna dálking og ovurveiðu.

##med2##

Tad ber til at týna náttúruna ! Latum okkum verja og fjálga um okkara fantastisku Føroysku náttúru , hana sum vit bert hava til láns frá okkara abbabørnum. Kalvi, lundi, lomvigi, hummari, igulker,  alt partar av okkara mentanarliga http://umsiting.in.fo/samleika og gastronomiska DNA !

 

Johan Mortensen