Verji: Eitt sindur bilsin av dóminum

- Enn kann eg einki siga um, hvørt dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt - ella, um hann verður viðurkendur, sigur Brandur Ellingsgaard, verji.

- Eg eri eitt sindur bilsin av dóminum, og niðurstøðan er sjálvandi ikki, sum vit høvdu vónað og roknað við.

 

Tað sigur Brandur Ellingsgaard, sum var verji hjá teimum trimum kringvarpsfólkunum, Dia Midjord, Liljuni Weihe og Jan Lamhauge í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen og fýra tíðindafólk. 

 

- Hinvegin sigur dómurin, at talufrælsi er avgerðandi, og fólkið hevur rætt at fáa tíðindi sum hesi at vita.

 

Verjin vísir á, at nú fer hann at nærlesa dómin.

 

- Men, sum eg síggi tað, leggur rætturin stóran dent á orðið "snýta" og í einum øðrum týdningi av orðinum, enn kanska meint frá KvF'sa síðu.

 

Brandur Ellingsgaard vísir á, at enn kann hann einki siga um, hvørt dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt.

 

- Vit skulu nærlesa dómin og so meta um, hvørt best er at kæra ella at góðtaka dómin, sigur verjin í nógv umrødda rættarmálinum við in.fo í kvøld.