Verjar hóttir við lívinum

Sakførararnir, sum hava átikið sær at verja fyrrverandi irakska forsetan Saddam Hussein, hava útsett eina ferð til Bagdad, tí teir tora ikki at fara hagar.

Mohammad Rashdan, sum stendur á odda fyri verjunum, sigur við Reuters, at fleiri av teimum 21 verjunum hava fingið hóttanir teir seinastu dagarnar. Hann sigur, at hóttaninar eru komnar frá irakskum embætismonnum, sum hava sagt, at verjarnir verða skræddir sundur, koma teir til Bagdad. Teir 21 verjarnir og eitt stórt tal av hjálparum skuldu annars fara til Bagdad fyrsta dagin. Ta seinastu tíðina hava teir verið í Jordan, har teir hava fyrireikað seg til rættarmálið. Mohammad Rashdan sigur, at soleiðis sum støðan er, fara teir ongan veg, tí tað er ikki nógv trygt at fara avstað.

Á rættarfundinum í síðstu viku sýtti Saddam Hussein fyri at skriva undir nakað skjal, fyrr enn hann hevði tosað við verjarnar. Verjarnir hava eisini fýlst á, at teir ikki fingu boð um at møta á rættarfundinum.