Verjan var besta álopið

Ì 2. hálvleiki ressaðust offensivu landsliðsleikarnir hjá HB, og tá fór Skála fullkomuliga í upploysning

HB 4 bóltar

Skála 1 bólt



Við dystarbyrjan var einki, sum bendi á, at talan fór at verða um ein dag har teir appelsinlittu frá vestara armi av Skálafjørðinum fóru fullkomuliga í svart. Tað vóru góð fótbóltslíkindi í Gundadali ígjár, og fitt av HB og Skála-viðhaldsfólkum vóru møtt til fyrsta dystin hjá báðum liðunum í Formuladeildini í ár. Somu lið møttust eisini í fyrsta dystinum ífjør, men tá var leikt inni á Skála. Skálamenn vóru væl við fyrsta korterið, og longu í 3. minutti fingu teir eitt hornaspark, sum bleiv sent væl inn í brotsteigin, har skálamenn stútaðu bóltin upp um málið. Løtu seinni hevði Óbi eina naska roynd, men Marcin Dawid í HB-málinum var vakin.


Verjan gongur undan

Men so vaknaði bjørnin úr stutta dvali sínum. Kári Nielsen bleiv fyrst hektaður inni í brotsteiginum hjá Skála, og var ivaleysur í, at hann átti at fáa brotsspark. Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen, Ólavur í Ólavsstovu og Christian Høgni Jacobsen brendu uppá skift. Men tá tá teir offensivu leikarnir ikki greiða sín arbeiðssetning má verjan traðka til. Í 25. minutti leggur Emil Nolsøe Leifsson ein bólt hegnisliga inn til Mortan úr Hørg, sum hegnisliga stýrir bóltin í netið. 5 minuttir seinni fær Skála-verjan ikki ruddað burtur, og Hans á Lag fær beint bóltin í málið til 2-0. Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg brendu stórar málmøguleikar eftir hetta, og bara HB-verjan hevði megnað at sett Skálaverjunu uppá pláss í 1. hálvleiki.


Lítla løtan hjá Skála

Skálamenn bjargað naskari roynd á strikuni í 47. minutti, og øll bíða bara eftir, at tað skal skrædna, men tað ger tað ikki, enn. Kári Nielsen ger eitt mistak, tann altíð skjóti og arbeiðssami Óbi fangar bóltin fer drønandi oman eftir vøllinum, og fær beint bóltin framvið Marcin Dawid til 2-1. Nú byrjaði at lukta av spenningi eina pinkalítla løtu, men skjótt var kókið tikið av grýtuni. Málið hjá Skála gav HB-liðnum, og tá serliga landsliðsleikarum tess eitt gúpp í dyntilin.

Skála-viðhaldsfólk eru ikki meir enn byrjaði at fegnast um málið hjá Óbi, fyrr enn HB punkterar dystin við tveimum vøkrum málum hjá landsliðsleikarunum Jákupi á Borg og Christian Høgna Jacobsen.

Og vóru offensivu leikarnir hjá HB kanska staddir í Turkihúsinum á Skála í 1. hálvleiki, so vóru teir staddir í Spælistovuni í 2. hálvleiki.

Christian Høgni skýtur tvey aftrat, og Andrew av Fløtum fær eisini fínjusterað kanónina, og skorar til 6-1 og 8-1. Mennirnir hjá John Petersen fóru fullkomuliga í upploysning, og hevur venjarin eina stóra uppgávu fyri framman at fáa liðið á rættkjøl aftur.

Hjá HB sær veruliga gott út, ungi argjamaðurin, Rógvi Poulsen er ein funnin (Argja)fressur hjá liðnum, og Christian Høgni hevur longu funnið stevið, sum hann stríddist við at finna í fyrru helvt ífjør.