Verjan átti dystin

Tað var ein knasandi sterk verja, sum átti heiðurin fyri mongu málini hjá Unn Kragesteen. Sjálv helt hon tað kendist løgið, at hon var tann sum skeyt flestu málini

Unn Jónsdóttir Kragesteen var tann av føroysku spælarunum, sum gjørdi størsta hálið mikudagin. Við 11 málum var hon stórskjúttin hjá føroyska liðnum, men hon helt ikki, at hetta akkurát komst av, at mótstøðan hóskaði henni so væl.

- Eg haldi meira, at tað var okkara spæl, sum hóskaði so væl til okkum. Vit høvdu í stórum løtum av dystinum eina knasandi góða verju. Serliga mitt fyri. Og tá verða tað nógvir møguleikar hjá mær og hinum veinginum at renna fram í kontra. Og tá hinar so heldur ikki vóru nóg góðar at renna aftur, gav tað mær nógvar møguleikar.

Og tá mann soleiðis skjýtur trý, fýra og fimm mál. So verður sjálvsálitið kanska størri og størri?

- Eg veit ikki. Sjálv hugsaði eg slettis ikki um ,hvussu nógv mál eg skoraði. Eg eri slettis ikki von við at skora somikið nógv mál, so tað gjørdist næstan pínligt hjá mær at enda. Men har bleiv við at vera líka opið hjá mær, og so skalt tú fara avstað, segði Unn Kragesteen eftir dystin.