Tað hevur verið eitt sindur upp og niður hjá næstbesta KÍ liðnum higartil í ár.
Í triðja umfari tapti KÍ 2-1 í Gundadali ímóti B36.
Í dag var B36 gestur í Klaksvík, og gestirnir noyddust suður aftur við 2-0 tapi.
Tað var málleyst, inntil tað restaði eitt korter.
B36 liðið hevur fleiri av undanfarnu ferðunum verið betri mannað, enn tað var í dag, og tað hjálpti ikki upp á tað, at Hannes Agnarsson tíðliga í fyrra hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum.
KÍ var fyri tað mesta í álopsstøðu, men undan steðginum vóru møguleikarnir fáir og smáir.
Í seinna hálvleiki var hyvirvágin hjá heimaliðnum upp aftur størri, og tað eydnaðist at skora tvey mál.
Í báðum førum var tað eftir horna, í báðum førum varð skorað við høvdinum, og í báðum førum vóru tað verjuspælarar, sum skoraðu – Børge Petersen tólv minuttir eftir steðgin og Dávid Langgaard, tá ið tað restaðu tólv minuttir.