Eftir dystin fingu vit orðið á Kára Mortensen, venjara hjá KÍF, og hann var sum vera man ovurfegin yvir fyrsta sigrin.
- Hetta var deiligt. Verjan hjá okkum er ótrúliga góð í dag, og so stendur Óla Christian ein branddyst í málinum. Eg haldi eisini, at sigurin hjá okkum er fult uppiborin í dag, og um vit vóur eitt sindur neyvari síðstu 10 minuttirnar, so kundi vit vunnið enn meir.
Karí legði afturat, at leikararnir vístu heilt annan vilja ímóti Kyndli, enn teir høvdu víst undanfarnu dystirnar. Samstundis gleddist eisini um, at hópurin var blivin væl breiðari nú, og hetta metti hann vera ein av grundunum til, at KÍF megnaði at kempa so væl allar 60 minuttirnar.