- Verjan kiksar

Agnar Joensen hevur ikki verið við fyrstu dystirnar hjá VÍF, tí hann hevur havt ein skaða í økslini. Hann var við aftur henda dagin, og hann metti, at verjuspælið kostaði ov nógv í dystinum ímóti Neistanum
- Teir fáa 37 mál, so okkurt hevur verið gali við verjuni hjá okkum. Harafturar blaka vit ov nógvar bóltar vekk, og hetta fuga teir væl at útnytta. Tó vil eg siga, at vit kempa væl. Tá vit koma afturum, so royna vit at berja okkum inn aftur í dystin, men hetta var bara ikki nokk í dag.
Agnar Joensen gleddist tó um endiliga at sleppa at spæla aftur, og hann segði seg ikki merkja nakað serligt til skaðan í økslini.