Verjan gevur HB-venjaranum høvuðbrýggj

(Ljóðsamrøða frá Rás2) HB hevur latið sjey mál inn í tveimum dystum

Tað sá gott út hjá HB aftaná sjey umfør, tá teir vóru ósigraðir við fimm sigrum og tveimum javnleikum. Tað hevur tó ikki hilnast so væl seinastu tvey umførini, har teir hóskvøldið taptu 2-3 ímóti B36, og í dag 2-4 ímóti ÍF í Fuglafirði. Í báðum dystum var HB á odda 2-1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Jan Dam, sum nú hevur fingið høvuðbrýggj av verjuspælinum hjá HB seinastu dystirnar.

 

Jan Dam heldur, at HB stendur seg væl við tí framrættaða spælinum, og kemur til mál og málmøguleikar, men manglarnir í verjuspælinum hava kostað seinastu dystirnar.