Verjan er tøtt og nú skal álopið hvessast

Landsdystur: Føroyska avrikið í Prag bar boð um, at sjálvt teir størstu skulu taka føroyskan landsliðsfótbólt í álvara

Leygarkvøldið varð lok lagt á EM undankappingina í fótbólti. Føroyar taptu 2?0 í Prag, og harvið er greitt, at úrtøkan úr triðju EM kappingini hjá Føroyum er trý stig við málmuninum 4?17. Føroyar endaðu aftast í bólki níggju, og um vit sammeta við gongdina í hinum báðu EM kappingunum í níti árunum og í teimum báðu HM kappingunum, so siga máltølini, at talan er um støðuga framgongd.

Í EM kappingini í 1990 og 1991 var endaliga úrslitið trý stig og málmunurin 3?26. Í HM kappingini í 1994 og 1995 var úrtøkan 0 stig og málmunurin var 1?38. Í EM kappingini í 1995 og 1996 komu seks stig til høldar ímóti San Marino, og málmunurin var 10?35. Í HM kappingini í 1996 og 1997 vórðu seks stig vunnin ímóti Malta, og málmunurin var 10?31.

Vert er at leggja til merkis, at tað serliga er verjuparturin, sum er nógv batnaður. Í nú loknu kappingini er níggju mál færri farin ígjøgnum enn í nakrari av hinum fýra kappingunum, og tað er bara komið fyri eina ferð ? í fyrsta dystinum, sum var í Estlandi ? at tapið hevur verið størri enn tvey mál.


Styrkja álopspartin

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, er sum heild nøgdur við fótbóltsligu avrikini, men hann iðrar seg um, at úrtøkan ikki hevur verið størri, enn hon hevur verið:

? Hesa ferð áttu vit at havt fingið eitt brotsspark fimm minuttir undan dystarloki, og tað hevði kanska havt við sær, at úrslitið gjørdist 1?1 í staðin fyri 2?0 til Kekkia, og vit minnast, at málleysi javnleikurin var ikki langt burturi, tá teir vóru í Føroyum.

Venjarin ásannar samstundis, at næsta takið verður at styrkja um álopspartin:

? At vit hava fingið javnleik ímóti Bosnia og Skotlandi, og at vit við einum undantaki hava verið tætt við at fingið stig í øllum hinum dystunum ger, at nú er tað eingin, sum undirmetir okkum. Í dag lupu kekkarnir á við fullari ferð, men vit kunnu ikki rokna við, at nakar í framtíðini fer at koma til Føroyar at leypa á uttan fyrilit. Teir fara at verja og geva okkum møguleikan at mynda spælið, og í tí partinum eru vit ikki nóg góðir enn.

Og hvat ætlar tú at gera við tað?

? Hetta mugu vit arbeiða við, men tað er greitt, at vit fara ikki at broyta spælistíl frá degi og til dag. Tað snýr seg um hvørjir spælarar eru tøkir, og sjálvandi fara vit at hava hetta í huganum, tá vit velja spælarar, men hetta tekur tíð, sigur Allan Simonsen.

7. desember fer lutur at verða kastaður í Tokyo um, hvussu londini skulu bólkast í næstu HM undankappingini. Tá fara Allan Simonsen og onnur umboð fyri FSF at vera til staðar, og komandi ár og í ár 2001 verða dystirnir spældir. Frammanundan skulu Føroyar spæla í hvussu so er tríggjar venjingardystir. Tveir á venjingarleguni í Spania um mánaðarskiftið januar og februar ? teir verða ímóti Finnlandi og ímóti Íslandi ? og ein á heimavølli ímóti Danmark. Hann verður 16. august. jh