Verjan bíðar eftir Jón Róa

Fyrstu venjingarnar hjá landsliðnum hevur Jógvan Martin Olsen nýtt til at fyrireika plan B, at kalla. Hetta um Jón Rói Jacobsen ikki verður tøkur til pláss í miðverjuni.

Um so er, so verður tað helst Atli Danielsen, sum fer á tað plássið, meðan Jákup á Borg og Johan Troest Davidsen røkja bakkarnar.

Verður Jón Rói tøkur, bendir tað á, at Atli fer á høgra bakk, meðan Jákup á Borg verður fluttur upp á miðvøllin fyri Símun Samuelsen.

Vinstru megin á miðvøllinum verður helst Christian Høgni Jacobsen, meðan Súni Olsen og Mikkjal Thomassen helst taka sentralu plássini. Og so verða tað Rógvi Jacobsen og Christian Holst Lamhauge, sum verða at síggja í álopinum.