FØROYAR?SKOTLAND
Nýggjar tíðir og nýggir siðir plagar at verða tikið til. Soleiðis tykist tað eisini at vera á føroyska landsliðnum. Tá Allan Simonsen var venjari, vóru allar venjingarnar undan landsdystunum á dystarvøllinum. Tá tað varð spælt á Svangaskarði, varð vant á tí vøllinum, og tá tað varð spælt á Tórsvølli varð vant á tí vøllinum.
Undir leiðslu av Henrik Larsen hevur landsliðið síðani fyrrapartin mikudagin fyrireikað seg til dystin ímóti Skotlandi. Men á middegi í gjár høvdu teir ongantíð verið á dystarvøllinum. Mikudagin vóru venjingarnar í Runavík, hósdagin vandu teir á Tórsvølli, og fyrrapartin í gjár vóru teir aftur í Runavík. Seinnapartin í gjár var ætlanin at fara út á Svangaskarð. Skotska landsliðið hevur ikki ætlað sær á Svangaskarð fyrrenn seinnapartin í dag.
? Tað tænir ongum endamáli, at vøllurin verður eltur upp. Ímóti Skotlandi er tað heilt víst ein fyrimunur hjá okkum, at vøllurin er slættur og góður, verður sagt úr føroysku leguni.
At vøllurin hevði havt fingið av at vita, um tað hevði verið vant á honum mikudagin og hósdagin er einki at ivast í, tí tað hevur regnað heilt illa.
Smásnuddir
Tað verður roknað við, at allir spælararnir vera førir fyri at spæla í dag. Men tríggir teirra hava smávegis trupulleikar. Jákup Mikkelsen er eitt sindur eymur í mjødnini høgru megin, Pól Thorsteinsson er framvegis eitt lítið sindur eymur eftir skaðan, sum hann hevði fyri nøkrum vikum síðani, og Jens Kristian Hansen hevur fortreð í stórutáini, sum so mangan hevur argað.
Tá landsliðið í fyrradagin var í Havnini, var veteranurin ein túr á Landssjúkrahúsinum, har stóratáin fekk viðgerð, so trýstið ikki verður til ampa seinnapartin í dag.









