Verja frumskógin

Í Brasil hevur Luiz Inacio da Silva, forseti, gjørt av at friða trý frumskógarøki í Amazonas-økinum.

Sambært avgerðini hjá forsetanum verða næstan tvær milliónir hektarar friðaðir, og bøndur fáa nú loyvi at planta ymsar fruktir og nøtur í økinum, uttan at eitt einasta træ verður høgt. Hetta er ikki tað fyrsta friðingartiltakið í økinum, og tey seinastu fýra árini hava myndugleikarnir friðað næstan 20 milliónir hektarar av frumskóginum í Amazonas-økinum.

Uttan friðingartiltøkini var vandi fyri, at skógarvinnan fór at oyðileggja tað mesta av frumskóginum við Amazonas-ánna. Luiz Inacio da Silva er íðin talsmaður fyri at varðveita frumskógin, og tað var eisini eitt av hansara málum, tá hann tók við sum forseti fyri fýra árum síðani.

+ mynd av Luiz Inacio da Silva
Myndatekstur: Lula, forseti, friðar frumskógin í Amazonas.